5. juli 2017

Xperiment – Århus Vocal Festival

Frágreiðing frá Xperiment um luttøku á Århus Vocal Festval
Hósdagin 21 mai fóru 23 limir úr Xperiment við Atlansflog.Tá maturin var serveraður, reistust vit í flogfarinum og sungu nakrir av okkara føroysku “slagarum”.Tað bleiv ein veitslurómur umborð . Seinni uppdagaðu vit, at ein flogterna hevði tikið tað uppog lagt tað út á facebook,og hava nógv 1000 sæð upptøkuna:)
Dagin eftir byrjaði so vocal festivalurin í Århusí Musikhuset og Ridehuset. Ein kann siga, at tað var eitt stórt sjálvtøku borð av spennandi workshoppum, av øllum slag, innan sang, hvar man skuldi tekna seg til. Hvør sangari og eg,vóru til 4 workshops í part.Tað var m.a. Jazz kór, pop kór, Latínamerikanskt kór, Beatboxing bæðið á byrjunarstøðið og fyri víðari komin, Improvisatión,ræddarnýstla og vegleiðing til eina sunna sangrødd. Eg sjálv bleiv eisini undirvíst í “nye inlærings metoder”. Eisini bleiv alt kórið chouca av einum úr the real group úr Svøríki. Vit fingu sera nógv burturúr øllum  hesum.
Konsertir vóru í pausunumog um kvøldið. Xperiment sang til “middags konsert” leygardagin. Har var nógv fólk. Út ímóti 1000 varð hildið.Tað gekk sera væl og vóru áhoyrarirnir sera bergtikin av føroyska stílinum,sum sjálvsagt bara Xperiment hevði.Tey vóru eisini yvirraskaðið, at vit vóru eitt amatør kór. Sigast skal, at luttakarir/kór/bólkar vóru úr øllum heiminum, so sum:Taivan, Suðurafrica, Colorado, Týsklandið, England og øllum Norðanlondunum og aðrastaðni frá og vóru tey næstan øll professionell, so vit høvdu nakað at liva upp til. Men kórið smæddist tó ikki burtur. Tað síðsta kvøldið, tá konsertirnar vóru av yvirtók Xperiment gólvið og fingu allar áhoyrararnir at improvisera saman við í bólkaimrovisatión.Vit hava fyngið góðar kontaktir.Ma.stendur okkum í boðið at fara til Colorado at syngja……..men……….ja,tað má tíðin vísa,um tað nakrantíð blívur til nakað????
Á heimfeðrini,sum var 25 mai,var aftur sungið umborð á flogfarinum,og vóru øll sera móð tá,uppá ein positivan máta.Proppaði av inspiratión og orku,sum eg eri vís í,kemur øllum sangarunum til góðar,og vónandi fer at “smitta” til áhoyrarirnir í frammtíðini.
Enn eina ferð: Stóra takk fyri stuðulin.
Vegna Xperiment:Sigrið Sivertsen.
Feløg, Frágreiðingar