24. februar 2019

KFUM skótarnir í Føroyum – NSK fundur

Tvey umboð fyri FSR vóru við á NSK fundinum í Oslo, sum er eitt norðurlendskt samstarv,
har skótasamskipanirnar viðgerða ymisk mál og tiltøk sum eru aktuel.

Á fundinum í 2017 var t.d. aktivitetsplanin fyri komandi árini viðgjørd og løgd fram til
góðkenning. Aktivitetsplanin er ein ætlan fyri øll tiltøk komandi árini, so øll londini ikki
leggja tiltøk sama ár o.s.f.

Á skránni er eisini viðgerð av teimum sum ynskja at stilla upp til val til Norðurlendsku og
heimskonferancurnar.

Mest av øll er NSK fundurin eitt sera gott forum hjá okkum at netverka og skapa sambond
við hini norðanlondini.

Við skótakvøðu
Landsnevndin KFUM skótarnir í Føroyum

Frágreiðingar